Leita eftir yvirskrift ella tilfari
Útgáva 241 av danska fakblaðnum fyri lívfrøði, Kaskelot, snýr seg um laks.
Alivinnan flytur út fyri milliardir hvørt ár, men vinnan hevur fleiri umhvørvisligar skuggasíður. Meðan alivinnan hevur vaksið seg risastóra, hevur eingin kannað langtíðaravleiðingar av alivirksemi á føroysku náttúruna.
Hetta er søgan um tað, sum hendir undir vatnskorpuni - um skuggasíður í eini blómandi alivinnu, eina dølska politiska skipan, eina harðbalna innløgumentan og eina tigandi - og eitt sindur gloymda - føroyska náttúru.
Lagt til rættis: Rógvi Olavson
Hvaðan kemur føroyski fiskurin, og hvar endar hann? Gutti Winther, kokkur, fylgir fiskinum, frá tí hann verður veiddur og hagreiddur, og til hann verður tilgjørdur.
Sí sendingina her
Hvaðan kemur føroyski fiskurin, og hvar endar hann? Gutti Winther, kokkur, fylgir fiskinum, frá tí hann verður veiddur og hagreiddur, og til hann verður tilgjørdur.
Sí sendingina her
Hvaðan kemur føroyski fiskurin, og hvar endar hann? Gutti Winther, kokkur, fylgir fiskinum, frá tí hann verður veiddur og hagreiddur, og til hann verður tilgjørdur.
Sí sendingina her
Kringvarpið var við uppisjóvarskipinum Finni Fríða á fyrsta makreltúrinum í 2021. Sí filmsbrotið her
Ein filmur um hagreiðing av fiski umborð, sum er lagdur til rættis av Kovboyfilm og Fiskamarknaði Føroya. Upptøkurnar á sjónum eru gjørdar umborð á línuskipinum Vesturhavinum. Sí filmin her:
Heimildarrøð í seks pørtum á føroyskum (Planet Earth II). Ein ferð til tey fýra hornini á foldini, har vit síggja og fáa innlit í, hvussu ymisk djór hava ment seg at liva og hóra undan á teimum villastu støðum á jørðini.
Sí sendingina her
Heimildarrøð hjá BBC í trimum pørtum við føroyskari talu
Lívsstreymur fylgir við Golfstreyminum, ein øgiligur havstreymur, ið ferðast kilometrar í túsundatali tvørtur um Norðuratlantshavið.
Ómetaliga stórir bólkar av hvalum, sum skræða fisk í seg undir Norðlýsinum, risa skjaldbøkur jagstra andstyggiligar hvalspýggjur og útróðrarmenn stríðast fyri at hóra undan í tungu aldunum.
Hesin serstaki streymur er sum ein lívæðr og hevur gróðursemi við sær, men hann hitar samstundis Norðurevropa og forðar fyri, at partar av Norðuríshavinum frysta um veturin.
Allastaðni, har hann er, ger Golfstreymurin sítt til at skapa lív í sjónum. Sí sendingarnar her.
Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava serliga góðan smakk.
Hesin toskur svimur bert úti á Føroyabanka, og verður hann róptur bankatoskurin.
Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt við hesum fiski.
Kári Sólstein hevur lagt filmin til rættis. Sí filmin her
Eitt stutt filmsbrot um hvussu Hiddenfjord hevur skipað tøkuna av laksi uttan at strongja laksin. Soleiðis verður tryggjað, at góðskan er í hásæti, og at laksurin heldur sær longur. Tað ganga bert tríggir tímar, til laksurin er klárur at flyta út á marknaðin. Sí filmsbrot her:
Bogi Hansen á Havstovuni greiðir frá streymunum kring Føroyar, og hví tað er so heitt í Føroyum. Sí fyrilesturin her.
Ása Johannessen á Fiskaaling greiðir frá, hvussu laksur trívist í harðbalnum økjum. Í innganginum greiðir so hon frá gongdini í føroysku alivinnuni og umhvørvisávirkanini. Sí fyrilesturin her.
Heidi Mortensen á Fiskaaling greiðir frá botndjórakanningum á føroysku firðunum - eitt føroyskt sammetingargrundarlag. Sí fyrilesturin her:
Sissal Vágsheyg Erenbjerg á Fiskaaling greiðir frá forritan og háavrikandi teldumegi - hvussu hjálpir tað okkum í strembanini eftir covid-19 koppseting og veðrinum í morgin? Sí fyrilesturin her:
Karin Margretha H. Larsen á Havstovuni greiðir frá hitamátingum í sjónum í 100 ár. Sí fyrilesturin her:
Sjúrður Hammer á Umhvørvisstovuni greiðir frá plasti í havinum kring Føroyar, og hvar tað endar. Sí fyrilesturin her: